01.03.2011 14:40

Polar Amarloq kallast nú Havtind

skipini.fo:


Fyrrverandi grønlendski trolarin Polar Armaloq kallast nú Havtind og hevur heimstað í Noreg.

Polar Amaroq er hekkutrolari, bygdur í Norra í 1997. Í samband við at norrmen keyptu trolarin, verður hann bygdur um og verður dagførdur, so hann lýkur treytir í samband við arbeiðsumhvørvi, trygd og fullgóða viðgerð av fiski umborð.
Tað er dótturfelgaði hjá Aker Seafood, Nordland Havfiske AS, ið hevur keypt trolarin.
Umbyggingin verður væntandi liðug í øðrum ársfjórðingi í ár.