|
 Tað hevur eydnast sjóverjuni á Seychell oyggjunum at finna eitt tangaskip, sum mannleyst í nærum tríggjar mánaðir hevur rikið fyri vág og vind í Indiska havinum.
Tangaskipið Esperanza, ið er merkt 2.100 DWT, er nú sleipað inn til Port Victoria á Seychell oyggjunum.
Fyrst í desembur mánað varð manningin á skipunum tikin umborð á amerikanskt herskip. Hetta varð gjørt eftir at maskinan á tangaskipinum brotnaði. Tá ikki bar til hjá manningini at umvæla maskinuna, rak tað hjálparleyst fyrst í seytjan dagar.
Í fystu atløgu eydnaðist maskinfólki av amerikanska herskipinum USS Sterett at fáa maskinuna í gongd aftur, men hon var í sera ringum standi, og eftir stuttari tíð støðgaði hon aftur. Síðan varð manningin tikin umborð á herskipið, ið sigldi teir til Oman og setti teir í land har.
Um herskipið hevur boðað frá til myndugleikar í India ella Sri Lanka er ikki greitt. men greitt er, at eingin lat við seg koma.
Ikki fyrrenn 10. februar hendi nakað. Sjóverjan á Seychell oyggjunum fekk fráboðan um eitt rekandi spøkilsisskip.
Teir leitaðu eftir tí, men funnu tað ikki fyrrenn 21. februar eydnaðist teimum at finna skipið. Tá var tað meira enn 500 fjórðingar frá støðuni, har manningin í desembur mánað fór av tí.
|