11.02.2011 20:50

Íslendingar hava rokfiskiskap eftir lodnu

skipini.fo:

Íslendingar hava rokfiskiskap eftir lodnu
Skrivað hevur Kiran Jóanesarson   
fríggjadagur, 11. februar 2011 10:36


Íslendsku lodnuskipini royna eystur úr Íslandi, tey hava rokfiskiskap, tey flestu landa lodnuna til virkir á Eysturlandinum, men okkurt skip hevur eisini landað í Fuglafirði.

Á heimasíðuni hjá Sildarvinnslan HF í Neskaupstaði skriva teir at øll virkini á Eysturlandinum hava nógv at gera, skrivar joanienielsen.fo
Íslenska skipið Kap kemur seinri í dag 11.02.2011 til Fuglafjørð at landa 1200 tons av lodnu til Havsbrún.