13.01.2011 08:14

Strömegg seldur aftur

skipini.com:

Strømegg seldur
Skrivað hevur Kiran Jóanesarson   
mikudag, 12. januar 2011 13:31


Stutt síðan komu tíðindini um at Strømfjord var seldur føroyingum, nú er Strømegg seldur, hesaferð eru tað danskarir í Thyborøn, ið standa aftanfyri keypið.

Vit hava tó ikki fingið tíðindini váttaði, men tað letur til, at kenda danska nótaskipið Strømegg er selt einum felag í Tyborøn í dag.
Felgaið ið hevur keypt skipið stendur eisini aftanfyri nótaskipið Gitte Henning ið var bygd í 2008 á Karstensens Skibsværft eins og Strømegg.
Tað er Skagerak Fiskeexport ið átti Strømegg, ið var seinasta skip teirra, skrivar sandportal.fo