28.11.2010 10:21

Fáninn af Goðanesinu

Þetta sá ég á síðu Joanis Nielsen í Færeyjum og birti orðrétt þ.e. á færeysku

27-11-2010
Flaggið av Goðanesi í Skopun

Sniálvur Røvilsberg hevur flaggið av trolarnum
So er spurningurin hví flaggið av trolaranum, ið fórst á Flesjunum 1957 endaði í Skopun.

- Tað var soleiðis, at eg var við til minningarhaldið í Íslandi undir Grønulíð og kom eg í prát við ein ungan drong sum segði mær, at abbi sín hevði átt flaggið av Góðanes og vildi geva mær tað, sigur Sniálvur Røvilsberg, Skopun (Sandi). Sniálvur hevur ætlanir um, at lata flaggið til sjósavnið á Neskaupstaði.

Goðanes var trolarin hjá Sildavinslan á Neskaupstaði. Hann fórst í Føroyum í 1957 og ein maður doyði, ið var skiparin. - Ólavur Debes, sála,sum var nógv í Skálavík í síni tíð var við hendan túrin tá teir rendu á, skrivaði sandportalurin tann 31.10.2010.