08.10.2010 19:04

Fekk 900 tonn af makríl í einu kasti

Af færeysku vefsíðunni: joanisnielsen.fo

Strømegg nýtt met
Danska nótaskipið Strømegg er í løtuni á veg inn til Hirtshals við 900 tonsum av makreli.

Strømegg royndi bert í nakrar fáar tímar, og fekk 900 tons í einum kasti, Strømmegg fær kr. 10,- í meðal prís, veiðan verður tí seld fyri uml. 9 mill., tað er nýt met hjá Strømegg.

Strømegg hevur sum sagt bert roynt í fáar tímar nú teir eru á veg inn at landa.

Strømfjord er eisini á veg inn við makreli, men har vita vit ikki hvussu nógv teir hava.

Strømegg fer at sildaveiðu við Norra, tá ið hann hevur landa tey 900 tonsini av makreli, við Strømegg eru 14 mans, og eru 10 av teimum føroyingar, skiparin Páll Joensen er vælnøgdur við túrin, skrivar skipini.com