08.01.2017 20:50

Illa rakt av eldsbrunum

 

Illa rakt av eldsbrunum
Skip hjá reiðarínum Thor í Hósvík eru seks ferðir rakt av eldsbrunum tey síðstu 10 árini. Sí yvirlitið í greinini her
 
Mynd: © Samansettar myndir: BBC, KvF, Vørn  
Nú eldur kom í Vesturland, er tað sætta ferðin, at skip hjá reiðarínum Thor í Hósvík hava verið rakt av eldsbruna, síðani 2007
08.01.2017 - 18:00
 

Apríl 2007:  Sera ringur eldur kyknar umborð á stóra frystitrolaranum Hercules hjá Thor. 12 menn lótu lív.

Apríl 2007: Eldur kemur fyrstu ferð í verksmiðjutrolaran Athenu. Eingin av manningini fekk skaða. Ocean Group Faroes Ltd. átti Athenu, Thor í Hósvík var ein av eigarunum.

Oktober 2010: Eldur logar aftur umborð á Athenu. Eldur kom í, tá Athena var stødd 230 fjórðingar í ein útsynning úr Scillyoyggjum.

Mai 2011: Eldur kemur á triðja sinni í Athenu. Skipið var til umvælingar eftir eldin í árið fyri. Nú eldur aftur var í, lá hon við bryggju á Høgabóli á Skálafjørðinum.

Juli 2011: Eldur kyknar umborð á Thor-skipinum Varðborg. Varðborg var farin úr Peterhead og hevði siglt í tveir tímar, tá eldur kyknaði í útstoytinum.

Januar 2017: Eldur kyknar umbirð á Vesturlandi. Skipið var til fiskiskap á Føroya Banka, tá manningin varnaðist, at eldur var kyknaður umborð.